Handils og flutningstreytir

Handilstreytir

Tá tú hevur keypt á heimasíðuni hjá SmartHeim, fært tú ein e-mail við einari bíleggingar váttan, har tú sært hvørjar vørur tú hevur bílagt. Gev gætur! hettar er eitt automatiskt svar ígjøgnum e-mail og ikki nøkur juridisk bindandi avtala. Hetta er bert ein kvittan fyri at SmartHeim hevur móttikið tína bílegging. Vit tilskila okkum tí rætt til at møguliga avlýsa bíleggingina um tað vísur seg at vera prentfeilir, tekniskir trupulleikar, trupuleikar við at veita vøru og líknandi støður.
Ein bíleggingar seðil / rokning verður send saman við vøruni, og hendan er bindandi.

Ein bílegging kann angrast við at venda sær til SmartHeim, men bert um vøran ikki er send avstað til kundan. Um vøran er send avstað tá kundin angrar keypi, skal kundin sjálvur standa fyri flutningi til seljara, og skal lúka aftursendingar treytirnar, ið standa undir “Flutningur og Veitan” longri niðri á síðuni.

Allir prísirnir á heimasíðuni eru við M.V.G.

Gjalding fyri vøru

Tað ber til at gjalda við bankaflyting, ella við MasterCard, Maestro, VISA og VISA electron, via Paylike. Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein fakturi sendur sjálvvirkandi til tína email addressu. So skjótt sum peningur er móttikin, verður ein e-mailur sendur til kundan við eini váttan um móttøku. Upplýsingar sum verða gjørdar á SmartHeim heimasíðuni eru krypteraðir, sum t.d. tá kundakonto verður gjørd á smartheim.fo. Vit ráða tó til, at nýta loyniorð, sum bert verður nýtt til kundakonto á smartheim, og ikki nýta sama loyniorð, sum verður brúkt til aðrar tænastur.

Flutningur og veitan

SmartHeim vil gera alt fyri at vøran verur send avstað innan 1-2 arbeiðsdagar eftir at peningur, ella gjaldsváttan er móttikin. Um tað ikki er møguligt at senda bílegging innan hettar tíðarbil, fært tú boð um tað.

Um ikki onnur avtala er gjørd, hevur kundin rætt til at avlýsa bíleggingina, um vøran ikki er komin fram til kundan innan 14 dagar.

Um vøra skal sendast aftur til SmartHeim, skal tað skrásetast inni á smartheim.fo undir tínari konto. Har hevur tú møguleika til at skráseta eina aftursending. Tað er eisini gjørligt at gera avtalu um aftursending, við at senda mail til support@smartheim.fo

Vøran / Vørurnar skulla sendast aftur í uppruna standi, og í uppruna eskju. Vøran skal pakkast líka væl sum tá pakkin bleiv móttikin. Flutningsgjald fyri aftursenda vøru, skal kundin sjálvur taka á seg, um ikki onnur avtala er gjørd.

Um okkurt manglar ella feilur er á vøru, skal kundin gerða vart við tað skjótast gjørligt. Um feilur kann rættast á vøru verður vøran umvæld. Um feilurin ikki er til at umvæla, verur nýggj tilsvarandi vøra send til kundan uttan rokning.

Avgreiðslutíð og force majure

Tað kann henda at støður stinga seg upp, sum seljari ikki kann hava tamarhald á, t.d. kríggj og náttúruvanlukkir. Um slíkar støður eru atvoldin til at vøra ikki kann veitast, ella verður tarna, tekur seljari onga ábyrgd av nøkrum tapi hjá keypara.