Ofta spurdir spurningar viðv. perum
Kann eg nýta Philips SceneSwitch peru við dempara
Philips SceneSwitch kunna ikki dempast við dempara. Perurnar dempast, við at sløkkja og tendra fyri kontaktini. Peran goymur síðstu ljós styrkjuna, tá kontaktin er slókt í meria enn 5 sekund.
Perurnar í lampuni hjá mær lýsa ikki líka.
Brúkar tú eina lampu, har fleiri perur eru, og synkroniseringin er farin av lagi, ber til at sløkkja og tendrað aftur fyri kontaktini innan 1 sekund er fari. Tá tað verður gjørt, verða allar perurnar settar til somu styrki aftur.
Ofta spurdir spurningar viðv. termostatum
Hvussu síggi eg um, eg kann nýta smart termostat á mínum radiatori?
Teir flestu termostatarnir kunna skiftast út við Tricklestar termostatar. Umframt at passa til Heimeier, MNG, Junkers, Landis&Gyr „Duodyr“, Honeywell-Braukmann, Oventrop, Schlösser, Simplex, Valf Sanayii, Mertik Maxitrol, Watts, Wingenroth (Wiroflex), R.B.M., Tiemme, Jaga, so fylgja adaptarir við til Danfoss ventilar. Um talan er um MMA ventil, ber til at keypa hendan adaptaran.
Termostaturin riggar ikki, hvat skal eg gera?
Feilur á skerminum | Trupulleikin | Loysn |
Mynd av einum battaríði | Ikki nokk av streymi á battaríðnum | Skift battaríðini út við nýggj |
F1 | Ventil mekanisman er trek | Kannað um termostaturin er settur rætt á, og møguliga kanna radiator ventilin |
F2 | Justerings frástøðan er ov long | Kannað um adaptarin er settur á sum hann skal |
F3 | Justerings frástøðan er ov stutt | Kannað radiator ventilin |